Útbúgvingarkunngerðir.
Útbúgvingarkunngerðin fyri elektrikara
Útbúgvingarkunngerðin fyri elektrikara sigur, at førleikarnir, lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru hesir:
- At greiða úr hondum arbeiði við støði í galdandi reglum um trygd og arbeiðsumhvørvi,
- at greiða úr hondum arbeiði á ella nær við spenningsleysa og spenningsleiðandi innlegging, talvuútbúnað og kaðalskáp,
- at menna arbeiðsgongdir og innleggingarloysnir innan yrkið,
- at greiða úr hondum innleggingar, sjálvvirkandi útbúnað og byggja upp smærri bólka- og stýritalvur innan bústaðir og vinnu og harafturat seta til brúkslutir sambært galdandi reglum og tryggja, at meginreglurnar fyri innlegging verða fylgdar,
- at góðskutryggja, undir hesum fremja viðkomandi mátingar og brúka útgerð á rættan hátt í sambandi við roynd og eftirskoðan av innlegginum, og harafturat evna til og umsita skjalfestingar, brúkaraleiðbeiningar og røktarætlanir,
- at greiða úr hondum jørð- og afturjavningarsamband,
- at greiða úr hondum viðlíkahald og skipaða leiting eftir breki, fyri síðani at betra um innleggingar og brúkslutir,
- at leggja káplar til dátunet og harafturat leggja inn tráðleyst net sambært galdandi reglum,
- at dimensionera stikk-, høvuðs- og bólkaleidningar, bólkatalvur, ljós- og kraftinnleggingar og harafturat maskininnleggingar,
- at brúka kunningartøkni til viðkomandi arbeiðsuppgávur,
- at ráðgeva og vegleiða brúkaran um, hvussu útbúnaður og innleggingar virka,
- at samskifta um arbeiðsstøðuna,
- at greiða úr hondum smærri sjálvvirkandi útbúnað, har ímillum at seta til 1- og 3-fasu brúkslutir, motorar við ymiskum stýringum og koplingum við støði í vitanini um teir vanligastu følararnar og rele-ini,
- at leggja inn, stýra, regulera og finna brek og veita tænastu og viðlíkahald á ljósbúnað innan bústaðir og vinnu,
- at greiða úr hondum íbindingar á veitingarkervi,
- at ráðgeva um og fremja orkumenning sambært galdandi krøvum,
- at leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnaði, undir hesum greiða úr hondum maskininnleggingar,
- at tilevna og rokna út ljósinnleggingar við atliti at hentleika, umhvørvi og orku,
- at leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnað innan bústaðir og vinnu, og
- at seta upp net til telefon, dátu og út- og sjónvarp innan bústaðir.